Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.
Vit vóru sum flokkur á fundi við landsstýrismannin og kendu okkum sannførdar um, at samgongan sá virðið í ófødda barninum, og fór at verja tað. At man fór at gera alt, sum hugsast og gerast kann, fyri at veita foreldrum og barni ta hjálp, sum tørvar, fyri at verða borið í heim. At man vildi geva barninum sama rætt til lív, sum vit, sum longu eru fødd, fingu frá forfedrum okkara, og at politiska valdið vildi framtíðartryggjað Føroyar sum tjóð, við at stuðla mammu og pápa at bera fleiri børn í heim.
Men so var ikki.
Oman á alt kemur so veika og óskiljandi støða sambands- og fólkafloksins, sum vit hoyrdu í útvarpinum, at hesir, heldur enn at stilla seg í skarið at verja veikastu borgarar okkara, stilla løgtingslimir sínar fríar at stuðla herferð samgongunnar móti tí ófødda.
”Grát mítt elskaða land”!
Sum ongantíð áður er neyðugt, at øll, sum kenna virði í at biðja, fara í bøn til Himmalsins Gud! Í bøn at biðja um tað undrið, sum kann bjarga komandi føroysku ættarliðunum og elskaða landi okkara frá óndu ætlanunum, sum fíggindi lívsins roynir at fáa framt!
Vegna Miðflokkin
Sreffan Klein Poulsen, løgtingslimur
Jenis av Rana, løgtingslimur og floksformaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo