Viðgerðartíðin av umsóknunum um menningarkvotur hevur tikið longri tíð enn øll tilgongdin higartil tilsamans.
Fiskiráðharrin hevur roynt at sissa øll við at pástanda, at hansara umsiting skal tryggja, at allar klokkukláru mannagongdirnar verða hildnar og fylgdar.
Nú frættist, at fiskiráðharrin hevur avbrotið eina hart tiltrongda feriu, og verður at síggja millum húsanna í Tinganesi, kanska longu í dag.
Tað var annars henda samgongan, sum legði frá landi við slagorðinum, at nú skuldi øll politisk útlutan av veiðuloyvum steðga.
Úrslitið gjørdist tað beint øvuta.
Samgongan hevur sett politisku útlutanina í system.
VP hevur fyrr skrivað, at menningarkvoturnar skula tryggja at tingmaðurin hjá Tjóðveldi verður valdur í Sørvági, og tað sama er galdandi fyri Vestmanna, sum eisini skal stuðlast í sínum valdømi. Kanska fær hansara valdømi ikki minni enn tvær menningarkvotur.
Landsstýrismaðurin við teimum klokkukláru mannagongdunum hevur broytt mannagongdirnar fleiri ferðir.
Fyrst var tað uppboðssøluleisturin.
Eina tíð skuldu hesar vera almennar.
Seinni skuldu hesar vera afturlatnar.
Ikki nóg mikið við tí, onkrar skuldu enntá verða dupult afturlatnar.
Vanlig fólk hava ongan sum helst møguleika at fylgja við í hesum og heldur ikki teir “aktørar” sum eru í vinnuni.
Síðani varð farið undir útseting av afturlatnu uppboðssølunum.
Var tað nakar sum tosaði um eina “marknaðargrundaða skipan”?
Uppboðssølan var sambært landsstýrismanninun útsett, tí “umstingin” skal hava tíð at gjøgnumganga umsóknirnar við atliti til “lógir, kunngerðir og reglur” (vit hava hoyrt hetta fyrr).
Seinasta poltiska átakið hjá fiskiráðharranum er so fiskiskapurin á Flemmish Kapp.
Nú skulu kvoturnar á Flemmish Kapp latast einum ávísum reiðarí fyri tess “søguligu rættindi”.
Vit sum annars hildu, at øll søgulig rættindi eru farin í søguna við nýggju fiskivinnunýskipanini.
Kunngerðin um fiskiskap við Flemmish Kapp er bara enn eitt dømi um politiska útlutan, nú sett í system.
Hesaferð fyri – saman við eini menningarkvotu – at leska einum reiðarí sum hevur verið ein fullkomuliga einsamallur “viðspælari” hjá samgonguni í stríðnum um “fiskivinnunýskipanina”.
Alt hetta gongur fyri seg á alljósum degi.
Uttan at annars kritiska KVF setur ein einasta kritiskan spurning.
Øll onnur enn KVF vita hvat fer fram aftanfyri politisku leiktjøldini í løtuni:
Ein rein politisk telvan um eina politiska kabal.
Eftir hesi kabal skal fólksins ogn útlutast, alt bert við einum atliti, nevniliga, at sitandi samgonga kann útvega sær politiskar fyrimundir til stundandi løgtingsvalið.
Neyvan eru tað løgfrøðingarnir, sum skulu tryggja landsstýrismanninum treytaleysa nærlagni og rættstundis umhugsni, sum hava kallað landsstýrismannin heim úr feriu í úrtíð.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo