Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er mangan funnist at hesum við at hava kappingar og at kunna gera seg galdandi á tann hátt, men Jasmin Mote og hennara bólkur er júst eitt dømi um, at tað saktans kann føra til nakað jaligt, eftir at tey vunnu Sement kappingina í 2017.

Eftir hetta hevur tað verið ein sonn fragd at fylgja teimum, tí út eru komin fantastisku løgini Baby Blue, Make Sense og nú Remember.

Tá vit í Kvørnini fingu útgávurnar til ummælis, minnist eg væl hvussu ovfarin eg gjørdist, tí eitt er at tú byrjar á ein ella øðrum støði, men her legði eg merki til heilt serstakan tónleik, sum tað veruliga skal arbeiðast væl og leingi við, til ein kann siga hetta at verða tað ein vil hava út.

Røddin er serstøk
At røddin hjá Jasmin hevur eina dygd, sum eg skal leita leingi eftir, ger sjálvandi alt projektið til eina savnan um hana, men sanniliga er alt teirra konsept nakað, eg eri heilt ómetaliga fangaður av.

Tey hava hesa lekkru rytmuna, sum hevur eitt einastandandi íslett av afrikonskum tónum, sum fær alla samlaðu ljóðmyndina at standa sterka og professionella.

Kanska er tað eitt tilvitað val, at hava hesar rytmunar við, tí Jasmin er hálv kenyansk av uppruna og hevur hon harvið okkurt tilknýti afrikansku røturnar.

Sjálvur haldi eg í øllum førum, at á henda hátt fær tónleikur og list ein ella annan kant, sum ger tónleikin og listina nærverandi og viðkomandi.

Frálíkir tónleikarar
Tá tað kemur til tónleikararnar, havi eg eisini hesa kensluna av drúgvari tilvenjing, tí vit eru ofta vitni til at nógvir av teimum serkønu innan hvørt sítt ljóðføri ganga aftur, so her siti eg aftur við hesi kensluni av dugnaskapi og dygd, sum saktans kann bjóða av!

Tað er super feitt at hoyra hesa lægru tónsetingina í byrjanini av Remember, har vit so uppliva Jasmin og tey koma fram við eini meira útfarandi ljóðmynd.

Innan mítt ljóðføri upplivi eg ein, ið hevur sera gott tak á bassinum, har tað verður farið frá kontrabassi til annað, sum aftur gevur hesa kláru og taktføstu uppsetingina.

Eisini eru temposkiftini eitt afturvendandi tema, sum fyri meg ger hetta til sera góðan og undirhaldandi tónleik!

Allur soundurin er uppi á einum støði, eg ikki so ofta havi upplivað, so her má sigast, at Theodor Kapnas, sum hevur staðið fyri upptøkuni og miksingini og Fred Ruddick fyri mastringini, hava dugað at fingið júst hann – úr øllum bólkinum!

Hetta sigur Jasmin Mote sjálv um Remember og framtíðina:

Um Remember:

Remember er ein sangur við nógvum følilsum sum flákra runt, tað er kanska ein av tí sterkastu sangunum, vit hava gjørt.

Eg haldi sjálv at fólk kunnu relatera til hann uppá forskelligar mátar – uttan at siga for nógv.

Tað følilsið, sum eg havi er tað sama sum eg havi tá eg royni at fortelja einum um okkurt og tey hoyra meg, men tey lurta ikki, so tú hevur bara hug at rista í tey.

Tað er ein sangur við attitúdu, eitt følilsið av at vera kedd, frustrerað og ill samstundis.

Um Ep’ina:

Hetta er debut Ep’in hjá JASMIN.

Bólkurin hevur verið felags at gera tónleikin og kompositiónirnar, har eg havi skrivað tað mesta av tekstinum – við eini hjálpandi hond frá Trygva Danielsen.

Ep’in er samansett av 4 løgum og 2 interludium, og meira kunnu vit ikki siga – uttan at har er brúkt nógv tíð og orka, so vit eru øgiliga spent at síggja hvussu fólk fara at taka ímóti tí.

Tónleikaliga lívsleiðin:

2016: JASMIN fann saman til ’’Feitar Tíðir’’ musicalin.

2017 (tíðiliga): Aftaná hetta innilukkaðu vit okkum sjálvi intenst í 5-6 mánaðir og smíðaðu løg saman og fingu skapað nógv løg.

2017 maj: Meldaðu okkum síðani til Sement 2017 og endaðu við at vinna kappingina.

Fóru í studio aftaná og har kom ’’Baby Blue’’ og ’’Make Sense’’ burturúr.

2018 mars: JASMIN fekk lov at spæla til upphitingina hjá Faroese Music Awards 2018 og aftaná hetta komu nógvar kontaktir burturúr og interessa frá útlondunum.

2018 summarið: Summarið 2018 innihelt at vit fóru í studio at innspæla Ep’ina, spældu á G-festivalinum og Summarfestivalinum.

2019: Remember komið út, sum er fyrsta staklagið á Ep’ini.

Beint nú bryggja vit tað síðsta av ep’ini, planleggja útgávukonsert, musikvideo, turné í Íslandi og arbeiða uppá nýggjan tónleik saman.

Mín niðurstøða
Eg kann bara taka upp aftur tað eg havi sagt, at her er ein bólkur í JASMIN, sum eg vænti mær nógv av og sum longur hevur tikið tað plássið, tey eiga.

Remember er eitt sterkt lag, sum eg tók til mín beinanvegin, so her vil eg geva lagnum 5 av 6 stjørnum!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo