Champions League: Chelsea var aftanfyri 1-4 eftir 55 minuttir ímóti Ajax Amsterdam í kvøld, men megnaði at koma aftur í aftur og fáa ein 4-4 javnleik til høldar.
Ajax Amsterdam fekk tvey reyð kort innafyri tveir minuttir í seinna hálvleiki, meðan støðan var 2-4.
Reece James javnaði til 4-4 í 74. minutti, og eftir hetta fekk Chelsea enn eitt mál, men VAR kolldømdi tað.
Tað var César Azpilicueta, sum langaði bóltin í Ajax netið í 78. minutti, men VAR fekk við, at bólturin hevði rakt ein Chelsea leikara í armin á vegnum.
Í hinum dystinum í bólkinum, sum Chelsea og Ajax eru við í, vann Valencia 4-1 ímóti Lille á heimavølli.
Chelsea-Ajax Amsterdam 4-4 (1-3)
0-1: Tammy Abraham, 2 (sjálvmál)
1-0: Jorginho, 4 (brotsspark)
1-2: Quincy Promes, 20
1-3: Kepa Arrizabalaga, 33 (sjálvmál)
1-4: Donny van de Beek, 55
2-4: César Azpilicueta, 63
3-4: Jorginho, 71 (brotsspark)
4-4: Reece James, 74
Reyð kort: Daley Blind (68) og Joel Veltman (69)
Støðan í Champions League, bólki H:
1. Ajax Amsterdam 7 stig, +5
2. Chelsea 7 stig, +1
3. Valencia 7 stig, +1
4. Lille 1 stig, -7
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo