Fóru tíðliga upp hósmorgunin fyri at hoyra í útvarpinum um hvussu gekst við grindini í Vestmanna og vórðu glað, tá boða varð frá, at eisini vit á eystaru síðu á Streymoynni fóru at fáa heimapartar. Íløtini vóru klár og saltið var keypt og lurtaðu var trúliga eftir hvørjari tíðindasending, um nær okkara heimapartar komu til bygdina, men hvørki Sunda Kommun ella Haldórsvíkar bygd vóru nevnd.
Klokkan 16 var tolið uppi og ringt var á skrivstovuna hjá kommununi. Har segði telefonsvararin, at skrivstovan var stongd. Hetta var løgi, hvar vóru okkara heimapartar? Kanska okkurt stendur á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu.
Har funnu vit hesi boðini:
Heimapartar til Sunda kommunu
15.06.2023
Grind í Leynum, og heimapartar í Kvívík
Grind hevur lagt beinini í Vestmanna og Leynum í gjár, og verður býtt í heimapartar.
Av tí, at boðini um heimapartar komu til Sunda kommunu í nátt, og grundað á fyrireikingarnar til Sundalagsstevni hevur Sunda kommuna ikki møguleika at fyriskipað heimapartar í morgun.
Tó er avtalað gjørd við Sýslumannin, at borgarar í Sunda kommunu kunnu skrivað seg upp til heimapart á sunda@sunda.fo ella við at ringja 667271 og upplýsa:
- NAVN
- BYGD
- FÓLK í HÚSKI
- TELEFONNUMMAR
Møguleiki er at skrivað seg upp til kl 12:00.
Eftir hetta verður skipað fyri heimapartum í Kvívík.
Seinni komu boðini: Heimapartarnir koma til Hvalvíkar
Um 5 tíðina stóðu boðini:
DAGFØRING -Grindin er komin til Hvalvíkar
15.06.2023
Klárt er at møta á kajuni. Vinarliga havi knív við so tit kunnu hjálpa til at skera upp. Umráðandi er, at tað verður skorið upp sum skjótast, nú tað er so heitt.”
Vit hildu, at kanska tað var ein misskiljing við at tekna seg áðrenn kl 12:00 og fóru til Hvalvíkar.
Men heimapartarnir vóru avmarkaðir til teirra, sum høvdu skrivað seg upp áðrenn kl 12:00. Vit fingu at vita, at har var nokk til, men kortini vísti tað seg, at grindin, sum lá á kajuni var merkt til ávís fólk, tey sum vóru skrivaði upp. Ein maður gav okkum part av frá sær, so vit komu ikki tómhent heim aftur, men ein løgin kensla var tað.
Formaðurin í Sunda Kommunu hevði fingið boð frá syslumanninum í Vestmanna um, at fólk skuldu tekna seg til at fáa heimapartar áðrenn klokkan 12.00 í gjár.
Hesi boðini vóru løgd út á heimasíðuna hjá Sunda Kommunu.
Høvdu boðini verið kunngjørd í útvarpinum, høvdu fleiri fingið boðini. Nógv t.d. eldri fólk eru eisini, sum ikki hava teldu, nógv eru til arbeiðis fyrrapart av degnum og útvarpstíðindini nevndu onki um, at nakar skuldi tekna seg til at fáa heimapartar.
Hvussu mundi hetta ganga fyri seg í øðrum bygdum?
Fyri nógv fólk í Sunda Kommunu, ein skuffandi dagur.
Lovaðu heimapartarnir frá grindunum í Vestmanna og Leynum komu ikki fram.
Alis Jacobsen
440 Haldórsvík
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo