Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fríggjadagin í síðstu viku komu so tey sorgarboðini, sum vit øll hava bíðað eftir, at okkara kæri kórleiðari hevði lagt árarnar inn.

Sjálvt um vit bara hava bíðað, tí tað gekk skjótt tann vegin, so steðgaði tíðin kortini upp, tá eg las yvirskriftina í teldubrævinum frá Magnusi. Tað ger hon nokk altíð, tá onkur, sum vit kenna, fer, tí tað er í grundini ikki fyrr enn akkurát tá, at vit geva okkum stundir at steðga á og hugsa henda óunniliga tankan at enda; at tíðin hjá Bjarni var komin. 

Hóast tað bara eru sløk 12 ár, síðan eg kom upp í kórið, so hevur tað verið nakað heilt serligt at kenna hetta sermerkta menniskjað, sum Bjarni var. Hann var uppá allar mátar sín heilt egin, hann bæði gjørdi og segði alt upp á sín egna máta, men hann ansaði so øgiliga væl eftir, hvønn hann segði hvat við, tí hann vildi ikki gera nøkrum fortreð. Hann var góður við tey, sum hann hevði við at gera og eg skal bara siga fyri mítt viðkomandi, at tað hevur verið ein fragd at arbeiða saman við honum, tá vit í einstøkum føri gjørdu tað, tí hann so einastandandi evnaríkur, gevandi og hjálpsamur. 

Eg kendi Bjarna eitt lítið sindur longu mitt í 90-unum, tí vit spældu faktiskt onkuntíð fótbólt saman í høllini á Hálsi. Longu tá var um reppið, at eg bað um loyvi til at sleppa upp í manskórið, og var tað ikki fyri hasa forbrendu upptøkuroyndina, so hevði eg ivaleyst gjørt tað. Men tað skuldu ganga umleið 15 ár afturat, áðrenn tað kom har til, og tá var tað í grundini Bjarni sjálvur, sum skumpaði meg tað seinasta pettið. Í sambandi við eina jarðarferð í august 2012 kom eg at standa saman við honum og kórinum í kirkjugarðinum í Havn, og tá letur í honum: “Kom tú bara og syng við okkum nú!” So mín fyrsta uppliving saman við Tórshavnar Manskóri var í roynd og veru sum gravsangari. 

Hetta var tað, sum skuldi til, tí tá kórið byrjaði aftur tað heystið fór eg uppí og eg havi ikki angrað tað í eitt einasta sekund. Hetta er ein so serligur bólkur og tað hevur verið so stuttligt og gevandi, at her verði eg verandi so leingi sum eg sleppi; tí tað er nakað heilt serligt at vera partur av lívsverkinum hjá Bjarna. Her er stuttligt, tí vit skemta og flenna nógv, her er gott at vera, tí menn eru stuðlandi og hjálpsamir, og tað eru makarnir kring kórið sanniliga eisini, og so er tað eisini sangurin, sum jú í grundini er høvuðsorsøkin til at hesin blandaði hópurin av monnum hittist hvørt mánakvøld. Tað er læruríkt, tað er vakurt og tað er óalmindiliga stuttligt. 

Hetta eigur Bjarni høvuðsæruna av, tí hóast hann ikki gjørdi nakað einsamallur, so legði hann stóran dent á, at fólk skuldu kenna seg væl. Gamaní dámdi honum óluksáliga væl at arga og skemta, men hann dugdi so øgiliga væl at lesa fólk, at hann gjørdi tað bara við tey sum toldu tað. 

Hann var ótrúliga skjótur í so máta. Tað gav at bíta, tá eg bara hevði verið við kórinum í nakrar vikur kom at vera einsamallur 2. tenorur til eina venjing, sum tá var í utvarpshøllini. Tá Kári Bæk tók yvir venjingina, tað sum eftir var av henni tað kvøldið, kom Bjarni slentrandi og stillaði seg undir liðina á mær at syngja 2. tenor. Har stóð hann eina løtu, so hugdi hann uppá meg og fór so bara avstað! Hann segði ikki eitt orð og eg stóð eftir sum Kánus og visti ikki um eg var keyptur ella seldur. Eg valdi at taka tað sum eina viðurkenning um, at eg ikki var heilt við síðuna av, og tað var eisini tað sum lá í tí, segði hann, tá eg minti hann á tað fyri tveimum ella trimum árum síðan. “Var tað ikki ok?”, spurdi hann og smáflenti. 

Sjálvt um Bjarni hevur avrikað øgiliga nógv á tónlistarliga pallinum, so er í mínum huga eingin ivi um, at Tórshavnar Manskór er hansara lívsverk. Hann var ein av stovnarunum og hevur stjórnað kórinum til fyri kortum, og hann hevur, ivaleyst eisini bókstaviliga, havt ein fingur við í øllum. Uttan at tað skal misskiljast, so hevur kórið verið hansara spælipláss, og vit kunnu ikki siga annað enn, at hann hevur gjørt eitt megnararbeiði; og hann hevur gjørt tað uppá sín egna máta. Seriøst, krevjandi og lærandi, men eisini prikandi, argandi, skemtandi og vinaligur, tí tað fylti sum sagt nógv hjá honum, at vit, sum eru í kórinum, hava havt tað gott. 

Tí fylgdi hann við, hvussu tað gekk hjá okkum, og var trýst á, so ringdi hann, ella tosaði, tá vit hittust. Tað eri eg honum ómetaliga takksamur fyri og tað veit eg, at mínir kórfelagar eisini eru. 

Tað er gott og væl eitt ár síðan vit fingu at vita, at Bjarni var illa sjúkur. Tað kom dátt við, og óvart á, tí hann hevði so nógv at siga fyri kórið og okkum, og tí vóru menn hart raktir. Hann fór í viðgerð og vit høvdu ikki ánisli av, um hann mundi koma aftur ella um hatta var tað. Men treiskur sum hann var, so kom hann aftur, og mín sann, um hann ikki hevur stjórnað kórinum fleiri ferðir síðan; millum annað, tá Orphei Drängar vóru í Føroyum síðsta heyst. Tað var stórt at uppliva, tí hóast hann var viknaður nógv, so var hann enn tann sami. Skemtandi, krevjandi og, ikki minst, sjálvironiskur; sum hann altíð var. 

Hetta árið var tó nóg illa byrjað, tá tað fór at ganga skjótari tann skeiva vegin og fríggjadagin 7. juni lat okkara høgt virdi kórleiðari eyguni aftur fyri seinastu ferð. Hetta var, sjálvandi, hevði eg nær sagt, dagin fyri at manskórið skuldi á ferð í Norðurlondum, ein ferð, sum hann hevði glett seg til. Soleiðis skuldi tó ikki vera fyri hansara viðkomandi, hann fór eina aðra ferð ístaðin. Hann legði okkum tó eina við, at vit ikki skuldu setast aftur, men fara ferðina, um tað kom hartil, sum tað nú einaferð kom. Tað gjørdi kórið, sum í skrivandi løtu er í Noreg og fyrireikar seg til konsert við Den norske studentersangforening, sum verður í kvøld, mikukvøldið, og tá verður Bjarni við á pallinum, sum hann heilt vist kemur at vera í langa tíð frameftir. 

Hava vit mist nógv, so er tað fyri einki at rokna afturímóti tí, sum tey nærmastu, Poula, Gunnar og øll tit onnur, hava mist. Vit føla við tykkum og hava tykkum í huganum og vit vóna, at tit finna styrk og hjálp á leiðini fram.

Góði Bjarni. Túsund takk fyri títt risastóra íkast til tónleikin og ikki minst til lívið. Tú vart eitt av teimum heilt sjáldsomu menniskjunum, sum mann ongantíð fer at gloyma, tí tú vart tann sum tú vart. Takk fyri løturnar, takk fyri ferðina og takk fyri teg. Tú verður ikki gloymdur og sjálvt um vit øll, sum hava við manskórið at gera, nú eru kedd um, at tú ert farin, so fara vit ofta í framtíðini at flenna, tá vit minnast teg. Tí tað dámdi tær so sera væl og tú bæði átti nógvar søgur inni og tær dámdi væl at fortelja tær. 

Góða ferð, kæri vinur og kórfelagi, og takk fyri alt. ❤️ 

Sveinur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo