Tórharda er fødd í Klaksvík í 1948 og er yngst og einsamøll genta í einum syskinaflokki á 4. Fýra tey fyrstu árini vaks hon upp í Froðba í Suðuroy saman við mammu, pápa og 3 beiggjum. Síðani fluttu tey norðureftir at búgva, eitt stutt skifti í Klaksvík, haðan omman var ættað, og síðan til Tjarnastovu í Havn.
Omman var einsamallur forsyrgjari, men við góðari hjálp frá eldru synunum, fingu tey tað at bera til, og sjálvt um tað uttan iva onkuntíð var smáligt, so høvdu tey tað gott og manglaðu einki, tí eldru beiggarnir vóru góðir forsyrgjarar. Tórharda vaks sostatt upp í Tjarnastovu í Havn og gekk í Nonnuskúla, og seinni var hon húshjálp hjá Jógvan Haraldsen, til hon møtti Sámali.
Sámal er føddur í Vestmanna í 1948 og er eisini yngstur av 4 systkjum. Hjá ommuni og abbanum í Vestmanna manglaði einki. Har var rúmligt, og gestablídni var sera stórt. Babba vaks upp á Niðaravegi “á Mørkini”, og har var alt sum ein unglingi kundi hugsa sær – stutt til alt: m.a. sjógv og fjøll. Tað var nokk sjógvurin og báturin, sum myndaði ungdómin.
Sámal var ikki serliga gamal, tá hann fyrst í 60´unum fór til Havnar at búgva og læra til bilsmið, og tað gekk heldur ikki long tíð, til tey bæði møttust, og tað rann saman millum teirra. Tvey ár seinni kom fyrsta barni – ein sonur. So gingu nøkur ár, og so kom ein genta, og 13 mánaðir seinni kom triðja barni – aftur ein sonur. Tá vóru tey bara 22 ár og sótu við 3 børnum í egnum húsum í Vestmanna.
Tórharda og Sámal vóru væl dámd í bygdini. Tórharda var væl “integrera” og segði “noy” sum hinar í bindiklubbanum. Tey búðu mitt í bygdini, og har fór ein rúgva av ferðslu framvið húsunum hvønn dag. Øll ferðslan, sum skuldi við SAM, koyrdi har, og tað var meira enn so, at fólk komu á gátt til eitt prát og ein drekkamunn, meðan bíða var eftir bátinum.
Tórharda og Sámal vóru bæði radioamatørar og tosaðu í sendara tíðliga og seint, og hetta kom mangan væl við, tí hetta var einasti møguleiki fyri samskifti, tá koyrt var í bili. Gjøgnum hetta fingu tey nógv vinfólk víða um í Føroyum og uttanlands við.
Sámal hevði nógv jørn í eldinum. Tey høvdu pylsuvogn á kaiini, automat í endanum á húsunum, og so arbeiddi hann sum bilmekanikari eisini. Tað bar bara til, tí Tórharda hjálpti til og ordnaði alt heima. Hann arbeiddi viðhvørt nærum í døgndrift. Men skjótt blivu pylsur og bommpakkar ikki nóg mikið. Hann vildi víðari, so neystalofti var ruddað, og maskinur til at skifta dekk við blivu settar inn, og ein lastbilur fullur við dekkum steðgaði í túninum, og dekkini løgd inn á loftið.
Men skjótt varð, at neystalofti eisini bleiv ov lítið og illa arbeiðsligt, so størri og betur høli mátti finnast, og hetta bleiv so til, at virksemið flutti til Havnar – fyrst út á Velbastaðvegin, síðan í Jekaragøtu og til síðst niðan á Hoyvíksvegin, har fyritøkan er enn í dag.
Fyrstu árini koyrdi Sámal millum Vestmanna og Havnina, men tað var ikki altíð so stuttligt, tí dagarnir vóru ofta langir og strævnir, so tað var meira enn heppið, at einki álvarsligt hendi, og Tórhaardu dámdi einki alla hesa koyringina, so miðskeiðis í 70´unum fluttu tey til Havnar – fyrst í Jekaragøtu, har Super Dekk Service helt til, og so í Tjarnarlág 41, har tey framvegis búgva. Har var og er vítt til veggja og høgt til loftið. Øll fingu hvør sítt stóra kamar, mamma fekk sítt seymikamar, sum tað eitur enn tann dag í dag, og babba fekk sítt “sendararúm”. Nú vitja ommu og abbabørn regluliga í Tjarnarlág og fáa gott at eta frá ommuni, og hoyra nógvar góðar søgur frá abbanum um góðar gamlar dagar. Og um høgtíðirnar – ja, so hittast øll familian við børnum, verbørnum og abbabørnum, sum nú man tátta í eini 30, tá tey eru fest.
Einaferð vestmenningur – altíð vestmenningur. Tiltakshugaður sum Sámal altíð er, tók hann stig til at savna vestmenningar í Havn, og tey hittast regluliga í Norðurlandahúsinum.
Tað er so ómetaliga nógv, sum kann sigast um Tórhardu og Sámal og teirra lív og virksemi, tí tey hava verið sera virkin á so mongum økjum. Tey eru og hava verið virknir íverksetarar og ikki verið bangin fyri at royna ymiskt nýtt. Í dag er Tóharda høvuðsumboð fyri ENJO reingerðarskipanina í Føroyum, og Sámal hevur inntil fyri stuttum rikið ferðafólkavirkið TORA TURIST, sum sonurin Regin nú hevur yvirtikið, og tey hava sera gott samband við ómetaliga nóg fólk um alla verðina. Tey eru fyrimyndarlig og hava eitt opið heim og taka fólk til sín við opinleika, vinsemi, trúfesti og hjartalagi, og vit eru mong, ið hava ómetaliga nógv at takka teimum fyri.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við degnum og ynskja teimum nógv góð ár saman og saman við okkum.
Fríðrikur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo