Veðurstovurnar rokna aftur í dag við góðveðri, nú Summar Festivalurin heldur fram.
Í gjárkvøldið var veðrið gott, og sera nógv fólk vóru á festivali, har Cliff Richard var stóra navnið.
Í kvøld ber til at uppliva eitt av heitastu nøvnunum í altjóða popptónleiki. HighasaKite úr Noregi vinnur við stórum fetum fram, og tey eru við at fáa veruligt gjøgnumbrot. Tey hava spælt á stórum europeiskum festivalum í summar, og í heyst fara tey á konsertferð í USA.
Brian McFadden úr Westlife og Keith Duffy úr Boyzone hava gjørt nýggjan bólk, teir kallað Boyzlife, og teir fara í kvøld at framføra góðar sangir hjá Westlife og Boyzone.
Í kvøld ber eisini til at uppliva bólkar sum Grandma’s Basement, 200, Rannvá Álaberg, Bára Silvansdóttir, Sámal Ravnsfjall og onnur.
Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum verður í kvøld kl 19.00, og seinasta framførslan verður kl 03:15 í nátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo