Wu Zunyou, ein av fremstu serfrøðingunum í fólkaheilsustýrinum í Kina, er deyður.
Hann gjørdist 60 ára gamal, skrivar NRK.
Wu var nógv at síggja í miðlunum í sambandi við korona og vardi tiltøkini sum myndugleikarnir settu í verk. Í ríkissjónvarpinum sást hann ofta frá og við 2020.
Wu Zunyou doyði fríggjadagin eftir at viðgerð fyri sjúku miseydnaðist, sambært kinesiska fólkaheilsustýrinum.
Fleiri ríkismiðlar skriva at deyðsorsøkin var krabbamein í brisinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo