Teir nógvu og góðu vegirnir í Føroyum eru sum gjørdir til ein heilt annan hátt at uppliva oyggjarnar. Ein annan enn tann mest vanliga, aftanfyri bilróðrið: Føroyar eru væl egnaðar til tey, sum vilja uppliva oyggjarnar á súkklu.
Tað heldur í øllum førum Paul Bloomfield, sum hevur verið runt oyggjarnar á hjólhestinum. Ein av upplivingunum, hann hevur havt, er, at Føroyar mest minna um eina samanrenning av Íslandi og Ný Sælandi.
Í grein í bretska blaðnum The Telegraph skrivar hann um upplivingarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo