FSF: – Hetta er uttan iva størsti dystur á árinum, so tað er við eyðmjúkleika, at eg nú gleði meg til júst hendan dystin. Nú ræður um at fyrireika seg væl, og hugsavna seg 100 prosent um uppgávuna.
Soleiðis sigur Eiler Rasmussen, sum verður maðurin við floytuni, tá NSÍ og B36 fara á Tórsvøll leygardagin 4. desember klokkan 16:00 at spæla finaluna um Løgmanssteypið 2021.
Hjálpardómarar vera Andreas Petur Hansen og Jón Marni Johannesen, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Niklas á Líðarenda.
Eiler Rasmussen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsdómari. Síðan 1996 hevur fryntligi skálamaðurin, ið seinastu nógvu árini hevur verið búsitandi á Argjum, dømt 572 dystir á hægsta støði í føroyskum fótbólti.
Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo. Seinnapartin mikudagin vóru áleið 2.000 atgongumerki seld. Av teimum áttu B36-fjepparar tann størra partin.
Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin og børn.
Í samband við finaluna er Tórsvøllur býttur í trý áskoðaraøkir.
Bólkur 101-104: NSÍ
Bólkur 105-108: B36
Bólkur 109-113: Aðrir áskoðarar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo