Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Á aðalfundi leygardagin 10. apríl, 41 ára ársdagin fyri stovnanina av sersambandinum, boðaði Egga Jensen frá at hann leggur frá sær sum formaður.

Egga hevur verið ímyndin av ítrótti fyri fólk ið bera brek síðani hann saman við øðrum tók stig til at stovna Ítróttarsambandið fyri brekað fyri júst 41 árum síðani.

Egga hevur sitið sum formaður øll árini, og hevur hann verið drívmegin ið hevur gjørt at ÍSB, nú Parasport Føroyar, altíð hevur verið eitt virkið sersamband.

Egga verið altíð verið ein virkin formaður og hevur hann luttikið í øllum lutum hjá sersambandinum til hann nú legði frá sær.

Ongin kann ivast í at Egga hevur brent fyri arbeiðinum við paraítrótti, og var hetta eisini staðfest tá ÍSF handaði honum heiðurskrossin, sum er hægsta viðurkenning innan ítrótt, í samband við 40 ára hátíðarhaldið hjá Parasport í heyst.

Nú Egga legði frá sær, var aðalfundurin samdur um at stilla hann inn til heiðursforseta, so hann sleppur neyvan paraítrótti heilt hóast hann neyvan fer at fylla líka nógv sum hann hevur gjørt.

Nýggjur formaður í Parasport er Petur Elias Petersen, ið hevur verið næstformaður síðani hann kom í nevndina í 2017.

Sjálvur havi eg altíð verið hugtikin av hesum sersambandi, ið eg haldi hevur virka sera væl, og hevur og ger enn eitt sera gott og stórt arbeiði.  

Tað er við stórari eyðmýkt, at eg nú takið við sum formaður í hesum vælskipaða sersambandi og vil eg leggja alla orku í at føra tað væla arbeiði sum Egga og hini sum sita í nevndini, umframt ítróttaráðgevin gera. 

Vil royna at brúka mína vitan og royndir frá øðrum álitispostum eg havi haft innan ítróttina, so Parasport møgliga fær ágóðan av hesum” segði nývaldi formaðurin tá hann takkaði fyri álitið á aðalfundinum.

Onnur í nevndini eru Tóra Norðgerð, Hans Karl Højgaard og Anna Gaardlykke. Varalimir eru Sonja Norðgerð og Uni Rasmussen.
Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi.

Nevndin og ítróttarráðgevin ynskir Egga blíðan byr nú hann leggur frá sær sum formaður, og takka fyri gott samstarv og tað stóra arbeiði hann hevur lagt í ÍSB/Parasport hesi 41 árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo