Eg ynski mær framvegis líka nógv eina ítróttarhøll, sum eg gjørdi tey 25 árini eg spældi flogbólt við SÍ. Og tað var júst av hesi orsøk, at eg valdi at bjóða meg fram sum valevni til kommunuvalið 2020. Eg skilji og kenni meg eisini aftur í tí ørkymlan, sum fleiri av okkara borgarum vísa á í hesum døgum, nú tað stundar til kommunuval.
Sum nývaldur gjørdist tað mær skjótt greitt, at hetta fór at blíva ein avbjóðandi uppgáva. Ynskini vóru nógv og eg merkti, at tað vóru fleiri í bygdaráðnum, sum ikki vildu velja annað frá, fyri at fáa eina ítróttarhøll.
Tá vit á fyrsta sinni eftir valið í 2020, settust við ta langa borðið við avrundaðum hornum á kommunuskrivstovuni, við einum íløgukarmi uppá 9-10 milliónir árliga, vóru ynskini hjá okkum bygdaráðs limum nógv:
-
Vegir, sum vóru í ringum standi skuldu asfalterast
-
Kloakk arbeiði skuldi gerast liðugt
-
Gongubreyt gerast framvið niðaravegi
-
Heildarætlan fyri miðstaðarøkið
-
Fótbólturin fáa bestu umstøður
-
Barnagarðurin útbyggjast
-
Spælipláss í skúlagarðinum og uppi við mýravøllin gerast
-
Trivnaður, fótbólts vallir, gøtir
-
Høvuðsveg uttan um bygt økir til kaiina
-
Endurskoðan av byggisamtyktum, her undir neystaøkið
-
Víðkan av vinnuøkinum og mangt annað.
Og so var tað eg, ið var farin uppí kommunal politikk fyri at arbeiða við dreyminum um eina ítróttarhøll........
Eitt av hjartamálunum hjá bygdaráðnum var at skapa bestu umstøður til barnaansingina í kommununi. Tað hava eftirhondini verið nógv uppskot frammi, um hvussu dagstovnurin Alvalon kann útbyggjast, har tað fyrsta í røðini kom í 2016.
Tað eru fleiri, ið vísa sína ónøgd á sosialu miðlunum og lesarabrøvum, við viðmerkingum um, at tað tykist meiningarleyst at útbyggja barnagarðin. Eg vil vísa á, at henda útbygging er gjørd í tøttum samstarvi við starvsfólkini á stovninum, og hevur tað verið okkara greiða fatan í bygdaráðnum, at tørvur veruliga er á hesi útbygging, og tí valdu vit at taka tøkini við barnagarðinum nú.
Á bygdaráðsfundinum tann 27.03.24 bleiv tað einmælt samtykt at undirskriva sáttmála um útbygging av Alvalon áljóðandi 22.580.338,-.
Hetta merkir at: Jóhan Mikkelsen, Eyð Ellingsgaard, Elsebeth Klode Tavsen, Hugin Skaalum, Jóhan F á Ørg, Sune Jacobsen umframt eg sjálvur, øll sum ein, hava atkvøtt fyri at seta hetta í verk.
Hetta var eisini eitt vallyfti, sum báðir flokkarnir, ið bjóðaðu seg fram í valstríðnum í 2020, høvdu á sínum raðfestingar lista.
Hagtølini, fyri barnatalið í kommununi vísa, at árgangirnir við flestum børnum liggja um 20-22, meðan árgangirnir við færri børnum liggja á 12-14. Eisini vísa hagtølini, at vit hava nøkur samanhangandi ár við høgum barnatali fyri síðani at fáa nøkur við færri børnum. Hetta merkir, at áðrenn vit vita av, so kunnu vit aftur standa við 3-4 fylgjandi árgangum við høgum barnatali, og tá er ov seint at renna, tí ein barnagarð fær bygdaráðið ikki upp at standa frá degi til annan.
Eg skilji og virði, at tað eru ymiskar meiningar um hvussu vit best brúka okkara kommunala fíggjarorku. Og við teimum íløgum, sum eru gjørdar í hesum valskeiðið tykist høllin langt vekk.
Men ítróttarhøllin má ikki steðga her, vit skulu standa saman í arbeiðinum við at røkka okkara felags málið við einari ítróttarhøll. Í hesum valskeiðið er ítróttarhøllin staðsett og teknað. Uppskotið byggir á 5 byggistig. 1 byggistig er ein fult virkin høll, ið er mett til at kosta 60 milliónir. Byggistig 2 til 5 eru eyka hentleikar, sum vanliga verða knýttir at eini høll.
Um hendan høllin skal blíva veruleiki í nærmastu framtíð er neyðugt við fíggarligum stuðli, og eigur hetta at vera eitt tað fyrsta arbeiðið, sum komandi bygdaráð fer undir at kanna.
Til tey, sum hava viðmerkingar til støddina á teknaðu høllini, so tekur hon støði í krøvum frá SÍ um tríggjar stuttbanar og krøvum frá FBF umframt, at tað skal verða møguligt at hava steypafinalur, FM finalur, NEVZA kappingar v.m í Sørvági. Hetta krevur pláss bæði til leikvøll og áskoðarar og er hetta grundarlagi fyri støddina á høllini.
Tað er eingin loyna at leikøkið kann minkast, hetta vil tó ávirkað omanfyrinevndu viðurskiftir. Hetta er nakað sum komandi bygdaráð kann arbeiða víðari við og vil eg fegin verða ein partur av hesum.
Vónandi blívur mín dreymur um eina ítróttarhøll í bygdini einaferð til veruleika, tí tað eru eisini míni børn, ið koma at fáa gagn av høllini.
Við ítróttar- og trivnaðarkvøðu
Jón Joensen
Bygdaráðslimur og valevni á Borgaralista A
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo