Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá forkvinnan í Heilsuhjálparfelagnum leggur út ein status, sum hon eisini hevði á facebook, leggi eg niðanfyri standandi viðmerking.

Tá eg vísti á, hvat heimahjálpir typiskt gjørdu, skrivaði eg, 'bara heilt stutt sagt' - ti eg visti at hatta ikki var nøktandi. So tað var ikki fyri at gera meg klóka upp á nakað.

Tá eg tosi um skúlan vóru tú, Mary, sum fakfelagsforkvinna og AO, sum borgarstjóri í TK, alment frammi um, at tað ikki kom upp á tal at flyta skúlan, hóast eg fleiri ferðir vísti á, at vit bara fingu eini 25 procent av tí, vit burdu fingið, av útbúnum fólki, norðanfjørðs. Hetta er ikki briksl, men ein undran um at tit nú gremja tykkum um manglandi starvsfólk, uttan at tit eisini hava tað roknistykkið í huganum.

Orsøkin til, at eg nevni reingerð og ikki negl er, at reingerð var evnið tit viðgjørdu og eisini nakað basalt trivnaði víkjandi. Tað kundi verið hugsað um annað og um einsemi í aðrari kampanju, sum eisini er evni eldru vidvíkjandi - og spurningin um í hvønn mun samfelgið ella avvarandi eiga ta uppgávuna.

Jú, evnið er breitt- og eg rósi verandi arbeiðsøki sum nøktandi í breiðari týdningi, um tey gomlu ynskja tað og økið verður nýhugsað nógvum viðvíkjandi.

Umsitingar samskifta um arbeiðsøkini við fakfelag og  starvsfólkini og politikararnir eru umboð vegna fólkið/tey eldru. Sjálvsagt kann hetta verða samanfallandi, at  eitt politiskt umboð eisini ynskir  góð viðurskifti hjá starvsfólkunum, sum skal síggjast aftur, í hesum føri, hjá teim eldru.

Men heildarmyndin í samb. við kostnað, røkt og trivnað má verða eitt 'forhandlingsforum' - har politikarin fær mest møguligt úr verandi starvsfólkahópi  til gagns hjá teim gomlu, sum í hesum føri er sjálvt málið á eldraøkinum. Vit tosa um 'middel og mål' - har fokusið í størri mun má verða málið og vit royna at tillaga 'midlarnar', til besta endamálið í felagsskapi við starvsfólkini.

Eg hoyri einki munagott frá býráðspolitikarum um eldraøkið, -avbjóðingar, nýhugsarnir og reformar - tískil legði eg hasa greinina út í morgun, so málið ikki fór heilt av sporinum.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo