Við sínum trimum málum setti Ibrahimović met í tali av málum skorað í einari sesong fyri LA Galaxy. Móti Sporting Kansas skoraði hann sítt mál nummar 24, 25 og 26, tá Galaxy knústi Kansas-liðið heili hele 7-2.
Sviin, sum ongantíð hevur verið kendur fyri at vera beskeðin, spardi einki tá ið hann tosaði um seg sjálvan við svenska SVT eftir dystin, skrivar norska TV2.
– Eg eri tann besti nakrantíð í MLS. Eg lúgvi ikki.
Spurdur, hví hann heldur tað, svarar Ibrahimovic:
– Hevur tú einki sæð, tey tvey árini eg havi verið her, ella vísa tit ikki dystirnar í Svøríki?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo