Nýggi norski Oscartilnevndi filmurin KONGENS NEI hevur fingið so nógv fólk at ganga í biograf í Noregi, at vit skulu heilt aftur til 1983 at finna eins høg tøl, sigur Filmsfelagið, sum hóskvøldið 2. februar fer at vísa søguliga kongafilmin.
Sama dag verður sjáldsama vælumtókti norski filmurin frumsýndur í donskum biografum.
Tað er Jesper Christensen, sum var sorinskrivarin í BARBARU hjá Nils Malmros, ið hevur høvuðsleiklutin sum Haakon VII kongur av Noregi, ið segði nei við nazistarnar í 1940.
Evard Heen, sum er ættaður úr Noregi, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Sýningin er hóskvøldið 2. februar kl 20:00.
http://bio.fo/Default.aspx?MovieNo=15257
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo