Sangarin og skemtarin Eddie Skoller er deyður, 79 ára gamal.
Hann hevur verið sjúkur leingi, og doyði í kvøld á Ríkissjúkrahúsinum, har tey nærmastu vóru hjá honum.
Eddie Skoller varð føddur í amerikanska statinum Missouri í 1944, men hevur búð í Danmark stórsta partin av lívinum. Í 1968 gjørdist hann kendur, eftir fleiri framførslur í Tivoli.
Eftir hann sita fimm børn og einkjan Dorrit Elmquist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo