Um Manchester United gevur Erik ten Hag fótin, kostar tað felagnum yvir 15 milliónir pund, sum svarar til yvir 125 milliónir krónur.
Trýstið á Erik ten Hag hevur verið vaksandi í seinastuni, og tað gjørdi tað ikki minni eftir dystin móti Manchester City.
Erik ten Hag hevur sáttmála til sesongin endar í 2025. Hann tjenar 9 milliónir pund um árið, svarandi til umleið 75 milliónir føroyskar krónur.
Tað skrivar The Mirror.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo