Tveir føroyskir bóndur vóru djúpt í lummanum, tá teir herfyri keyptu hvør sín seyðahund úr Wales.
Levi Joensen úr Norðoyggjum keypti annan hundin fyri 12.100 pund, tað er beint undir 100.000 krónur. Og Janus Joensen úr Eysturoynni keypti hin hundin fyri 10.000 pund, tað er góðar 82.000 krónur.
Talan er í báðum førum um tíkar av border collie slagnum.
Prísurin man vera góður, tí handlarnir hava vakt ans lokalt, har fleiri miðlar skriva um føroyingarnar, eitt nú Daily Post og Countytimes.
Hundarnir eru keyptir frá alara, sum man hava gott orð á sær. Í juni seldi Kevin Evans eina tík fyri 19.451 pund sum svarar til 160.000 krónur. Tað var met.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo