Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs Róðrafelag, sum veruliga hevur fingið luft undir veingirnar aftur, hevur avgjørt, at 5-mannafarið Dúgvan, sum Niclas í Koltri smíðaði til felagið í 1967, skal setast í stand aftur.

Báturin gjørdi veruliga um seg síðst í 60unum og 70unum, og serliga kvinnurnar brúktu bátin nógv í 80unum og fyrst í 90unum, tá báturin aftur vann fleiri róðrar.

Seinastu árini hevur báturin staðið í neystinum, og ikki verið brúktur nevnivert.

- Nú tilgongdin til felagið er vaksin so nógv seinastu tvey árini, er neyðugt við fleiri bátum, siga tey frá SR.

- Vit hava tveir bátar sum er, men kundu hugsað okkum eitt 5-mannafar aftrat, serliga til nógvu barnamanningarnar, sum leggjast til felagið

- Gjørt var av at senda boð eftir Terja Jakobsen, sum hevur smíðað nýggju Dúgvuna til felagið í fjør, at meta um gomlu Dúgvuna.

- Niðurstøðan var, at báturin saktans kann setast í stand aftur, sigur Sørvágs Róðrafelag.

Sniðið á bátinum minnir rættliga nógv um tað, sum nýggju kappróðrabátarnir hava í dag, og minimalt av roti var at síggja á bátinum, tó skulu m.a nøkur borð og allur seymurin skiftast.

Frá Sørvágs Róðrafelag siga tey, at her fáa tey tvær flugur við eitt smekk, t.v.s v. fáa allarhelst ein fínan bát, og so tað, at hesin søguligi báturin verður varðveittur.

- Vit kunnu til stuttleikar nevna, at tá vit hava ymisk tiltøk í neystinum, har foreldur, ommur og abbar hava vitjað, fellur prátið ofta á gomlu Dúgvuna, og søgurnar eru nógvar og góðar. So vit vóna og vænta, at sørvingar vera fegnir um, at vit nú hava tikið avgerð um at varðveita bátin.

- Um alt gongur sum væntað, verður gamla Dúgvan klár aftur til kappingar í 2022, verður sagt at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo