![Dropin](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/3/csm_Dropin_4be7bdc598.jpg)
![Dropin](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/3/csm_Dropin_4be7bdc598.jpg)
Í dag gevur Steintór Rasmussen út nýggjan sang, sum hann kallar Dropin.
Í allarbesta kontrystíli er søgan um ein mann, sum er farin á barr og sigur frá sínum lívi, har at kalla alt gongur galið.
Sangurin er upptikin í Studio Mike í Klaksvík.
Afturat Steintóri syngja eisini Herborg Torkilsdóttir og Karl Martin Samuelsen við á lagnum.
Dropin kemur út á Spotify í komandi viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo