Flogbóltssambandið: Fyrsta hálvfinalan í Bónuskappingini ímillum Drátt og Mjølnir er leikt og Dráttur leikti seg trygt í finaluna, sum verður 25. februar í høllini á Hálsi í Havn.
Eftir nakrar dystir, har Dráttur ikki hevur leikt upp til tað besta, vóru tær aftur har tær hava verið tað mesta av kappingini. Tær leiktu nevniliga sum sterkasta kvinnuliðið í Føroyum fyri tíðina. Hinvegin skuldi Mjølnir leika nakað av tí besta tær eru førar fyri, fyri at geva Dráttir líkinda mótstøðu og møguliga vinna dystin. Hetta eydnaðist ikki fyri Mjølnir. Saknurin av Siri Samson, servu feilir og aðrir feilir í avgerðandi løtum blivu ov dýrir, og harvið lat Mjølnir dystin upp í hendurnar á Drátti.
Tó so, Mjølnir megnaði í størri mun enn áður at blokka sterku Terezu Kerpcarova, men við tað at so nógv verjuorka bleiv brúk uppá Terezu, bleiv meira pláss til aðrar av leikarunum hjá Drátti.
Í finaluni skal Dráttir leika ímóti Fleyr ella SÍ. Hetta verður avgjørt í Badmintonhøllini í Klaksvík kl. 17 í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo