Á mentanarvikuni Vesturskin í Gamla Skúla í Sørvági Sunnudagin 18. august kl. 18.
VERKIR er ein dokumentarur um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús.
Talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á at fleiri kvinnur tilvitað velja at eiga heima.
Í filminum hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundanum føðingina.
Birgir Kruse skrivaði soleiðis um filmin:
“Systrarnar hava duga serliga væl at finna heimildarpersónar og fáa tær at siga livandi frá, uttan nakrantíð at gerast staðfestandi keðiligar hjá mannfólki at hyggja at. Hetta kundi jú verið hagtøl og einki annað, men filmurin er so langt frá tí, sum slepst, hóast lyklatøl verða nevnd. Mátin at siga frá, ja samlaða narrativið, er á sjáldsama høgum støði.”
Til ber at keypa atgongumerki her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo