Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur boðað frá, at farið verður undir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin 4. mars 2024.

Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað er at fegnast um, at øll viðurskifti nú eru komin uppá pláss, og virksemið byrjar 4. mars 2024.

Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

- Eg eri fegin um, at tað nú er greitt, nær dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar. Hetta hevur stóran týdning fyri teir borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð í Suðuroy, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo