Erkibiskupurin í Suðurafrika, Desmond Tutu (1931-2021), var ein sannur stríðsmaður fyri rættvísi og samstundis ein friðar ápostul.
Hann var vitandi maður við stórum lívsvísdómi. Hugsjónir hansara vóru rótfestar í trúnni á frelsaran Jesus. Sjónarringurin var víður og fevndi øll menniskju. Kristus var miðdepilin í trúnni. Tann etiska kumpassin vísti á hitt einstaka menniskjað og tess mannvirði.
Hann stríddist fyri javnrættindum. Hann arbeiddi av heilum huga fyri friði millum fólkasløg og ættarbólkar. Andaliga ynskti hann frið millum tær kristnu kirkjurnar og frið millum kristin og annan átrúnað.
Hann stríddist av øllum alvi ímóti apartheid. Hugsanin at fólk við hvítari húð vóru meira verd enn tey, ið vóru myrk ella døkk á liti, var ósambærlig við kristnu trúnna.
Hugsanin um ein hægri stætt var honum fremmand. Øll menniskju høvdu sama virði uttan mun til lærdóm, útbúgving ella upphav. Eingin var meira enn ein annar, og eingin var minni enn ein annar. Øll vóru javnt stillað í Guðs eygum. Samfelagið átti treytaleyst at virða mannvirði hjá tí einstaka.
Gud hevur skapað okkum til at vera frí menniskju í frælsi. At vera menniskja í bíbilskari fatan er at hava frælsi at velja. Frælsi at elska ella hata. Frælsi at vera vinarligur ella óndur.
At vera menniskja merkir at vera moralskt ábyrgdarfullur. Moralsk ábyrgd er møsn, um ein persónur ikki hevur møguleikan at velja ímillum fleiri møguleikar.
Frælsi er ein partur av tí at vera skaptur í Guðs mynd. Vit hava frælsi at velja ta lívsførslu, ið kann gera okkum til frálíkar skapningar ella føra okkum út í óndskap.
Guð tók eitt vági val, tá ið hann skapti menniskjuna í síni mynd og gav okkum møguleikan at liva í frælsi. Vágin var grundaður í Guðs óendaliga kærleika til menniskjað.
Guð ynskir ikki at fjarstýra menniskjum. Hann letur okkum velja tað góða ella illa. Guð gevur okkum møguleikan at velja helviti, heldur enn at hann við megi trýstir øll inn í himmalin.
Tutu var sannførdur um, at Guð er við okkum, at vit ikki eru einsamøll. Guð svíkir ongan, heldur ikki tá ið vit eru í trongstøðu. Sannføringin hjá Tutu byggir á eina vakra søgu úr Dánialsbók.
Nebukadnesar kongur í Bábylon (605-562) gav boð um, at tríggir mans, ið vóru vinir hjá profetinum Dániali, vórðu blakaðir í ein logandi ovn, tí teir noktaðu at tilbiðja eina standmynd úr gulli, ið kongurin hevði latið gjørt.
Hóast ovnurin var gløðandi heitur, yvirlivdu menninir. Tá ið kongurin hugdi inn í tann logandi eldin, sá hann fýra mans ganga leysar inni í ovninum. Ásjón hins fjórða var eins og gudasonar.
Jú, sanniliga er Guð – Immanuel – við børnum sínum. Vitnisburðurin hjá konginum ljóðaði sannførandi í tí hann sipar til Guð teirra, ið vóru tveittir inn í eldovnin. Kongurin sá, at menninir vóru óskalaðir, og mælti: “Tí at als eingin Guð er til, ið eins og hesin kann frelsa.” (Dánial 3,29).
Tutu nýtir smáar søgur við stórum innihaldi, tá ið hann lýsir Guðs trúfesti og hjáveru á jørðini. Ein av søgunum er úr Týsklandi undir seinna heimsbardaga.
“Ein vaktarmaður í eini týskari týningarlegu háðaði ein jødiskan fanga, sum hevði fingið tillutað tað lægst virda arbeiðið av øllum. Arbeiðið var at gera reint á toilettunum.
Vaktarmaðurin stóð nakað ovarlaga og hugdi spottandi niður á fangan og spurdi: “Hvar er Gud tín nú?” Fangin svaraði: “Guð er hjá mær í øllum hesum lortinum.”
Tutu leggur afturat: Oftari og oftari kemur tankin til mín, at Guð er ein Immanuel, t.e. ein Guð, sum er við okkum.
Guð stendur ikki við síðuna av vøllinum og gevur góð ráð. Guð er við okkum enntá í lortinum. Guð sparir okkum ikki fyri líðing. Hann ber byrðarnar saman við okkum og gevur okkum styrki at bera dagsins byrðu.
Tutu sigur, at hann mangan hevur fortalt søguna um tann russiska prestin, ið málsliga var álopin av einum reypandi lærdum manni innan náttúruvísind. Tann lærdi hevði lært seg øll sløg av próvgrundum til tess at vera ein sannførandi gudsavnoktari.
“Tess vegna trúgvi eg ikki á Guð”, segði tann lærdi. Presturin misti tó ikki mótið, men svaraði róliga: “Tað hevur einki at siga. Guð trýr á teg.”
Guð trýr veruliga á okkum. Hann hevur álit á børnum sínum, at vit hjálpa honum at gera heimin til tað, Guð sjálvur droymdi um, at heimurin skuldi verða. Okkara kall er at virka í Jesu navni og gera jørðina til ein signaðan stað hjá menniskjum.
Vit skulu skapa frið, har ófriður valdar. Vit skulu vísa kærleika og miskunn, har hatrið hevur hevur tikið valdið og fingið fastatøkur. Vit skulu sýna miskunnsemi í orði og verki, tí Guð er miskunnsamur. Amen.
Orðið: “Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel”; tað merkir: “Guð við okkum.”” (Matteus 1,23).
Gott Nýggjár í Jesu navni!
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo