Danska ferðavinnan merkir, at fleiri danskarar frávelja feriu í Turkalandi í ár.
Terrorótti er ein av frágreiðingunum.
Tað skrivar danska TV2.
Vanliga senda donsku ferðamannastovurnar umleið 250.000-275.000 danskar turistar til sólríku strendurnar í Turkalandi. Men í ár er ein markant minking samanborið við í fjør.
Tilsamans rokna ferðamannastovurnar við bert at senda umleið 200.000 danskarar avstað, sambært Apollo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo