Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Í januar mánaði spurdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, danska uttanríkismálaráðharran um handilsambandið millum Russland og Danmark. Svarini vísa, samhandilin yvirhøvur er lítil. Og at hann er minkaður eftir russisku innrásina í Ukraina.
Svarini vísa, at Danmark samanumtikið innflytur lítið úr Russlandi. Og at innflutningurin minkaði úr 1,4% í 2021 niður í 0,6% av samlaða innflutninginum í 2022. Og harumframt at virðið á innflutninginum minkaði úr 3,7% niður í 3,1% millum árini 2021-2022. Her er tað serliga virðið á vøruinnflutningi, sum er minkaður nógv.
Av svarinum framgongur eisini, at danski útflutningurin til Russlands er minkaður í nøgd. Frá at vera 1% av samlaða útflutninginum í 2021 til at vera 0,4% í 2022. Somuleiðis er virðið á útflutninginum minkað úr 5,4% av samlaða útflutningsvirðinum í 2021 til at vera 3,1% í 2022.
Tað er í størstan mun ráolja, jarn og stál og fóðurtilfar, sum verður innflutt úr Russlandi.
Sí allar spurningar og svar her:
https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/eru/spm/39/svar/1931624/2663561.pdf
https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/eru/spm/40/svar/1931621/2663555.pdf
https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/eru/spm/41/svar/1931623/2663559.pdf
https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/eru/spm/42/svar/1931622/2663557.pdf
https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/eru/spm/43/svar/1931620/2663553.pdf
https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/eru/spm/44/svar/1931619/2663551.pdf
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo