Danski uttanríkisráðharrin hevur kallað uttanríkispolitisku orðførararnar í flokkunum á Christiansborg í samráð í morgin, tí stjórnin hevur ætlanir um at skerja møguleikarnar at brenna koranir uttanfyri sendistovur í Keypmannahavn.
Bara í dag hava fimm slíkar brenningar verið og í morgin eru aðrar sjey fráboðaðar. Tað hevur fingið øði í hjá stjórnum í nógvum muslimskum londum, og í næstum hittast 57 uttanríkisráðharrar úr muslimskum londum at umrøða koranbrenningina í Danmark og eisini Svøríki.
Lars Løkke Rasmussen sigur við DR.dk, at tað er ikki at gera neyðsemju um framsøgufrælsið at banna koranbrenning undir ávísum umstøðum.
- Vit hámeta talu og skrivifrælsið. Men alt er jú ikki loyvt. Vit hava til dømis eina rasismuparagraff. Vit skulu finna eina loysn á hesum, so hesi fáu fólkini, sum brenna koranir, ikki seta trygd og áhugamál hjá øllum landinum í vanda, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo