Danmark vann á Svøríki í HM kappingini í hondbólti hjá monnum í kvøld. Úrslitið gjørdist 26-24 til Danmark.
Dysturin var sera javnur, til um hálvan seinna hálvleik, tá Danmark spakuliga dróg frá.
Tað fyri føroyingar heilt serliga hesaferð var, at føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen var við í danska hópinum, tó at hann sat á beinkinum.
Tað er helst ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað var danski málverjin, Niklas Landin Jacobsen, sum væl og virðiliga gjørdi sítt til, at danir drógu longra stráðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo