Danski fíggjarmálaráðharrin Nicolai Wammen sigur seg fara at svara um eina viku, um danski staturin fer at hjálpa skuldartyngda flogfelagnum.
Danskir politikarar bera ótta fyri, at Keypmannahavn fer at missa sína støðu og arbeiðspláss um SAS fer á heysin, skrivar DR.
Sambært SAS tørvar felagnum 6,8 milliardir danskar krónur í nýggjum kapitali.
Sambært DR hevði hvør SAS-aksja í kvøld eitt virði á 47 donsk oyru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo