Tórshavnar kommuna: Í gjár var hátíðarhald í samband við, at dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus hevði 20 ára stovningardag, og at Tóra Hjørleifsdóttir hevði 30 ára starvsdag.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
"Tórshavnar kommuna bygdi báðumegin aldarskiftið fleiri dagstovnar. Ein teirra var Dagstovnurin við Landavegin, sum varð liðugt bygdur í 2004.
Hetta var langt áðrenn stóru skúlarnir blivu bygdir her í økinum – Musikkskúlin, Skúlin á Fløtum og Glasir. Hesir bygningar gjørdu, at neyðugt var við nýggjum gøtunøvnum her í økinum.
Og gøtunavnið her gjørdist Hans Andriasar gøta eftir mæta skaldið, sum serliga dugdi so væl at venda sær til børnini og livandi hugflog teirra. Enn syngja børnini um firvaldin í góðum lag og Dukka mín er blá – og mangar fleiri sangir, sum eru fólkaogn, ja – vit vaksnu syngja teir eisini.
Og skjótt loftaði stovnsleiðarin høvið at geva stovninum eitt meira hugfarsligt heitið, og tað fekk eisini fulla undirtøku niðri á Vaglinum. So í dag eitur stovnurin Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus.
Stovnurin hevur ment seg væl og skal hava rós fyri tey eyka tøk, sum tit hava tikið viðvíkjandi børnum við serligum tørvi.
Stutt síðani varð stovnurin bygdur út við nýggjum stovum og hentleikum, so at hann nógv betri kann leggja til rættis virksemið. Hetta eru vit øll fegin um.
So fara vit at heiðra Tóru Hjørleifsdóttir, sum hevur 30 ára starvsdag.
Tóra, tú byrjaði sum dagrøktarmamma í 1984. Tá vóru nógvar dagrøktarmammur í Havn, tí stovnarnir vóru munandi færri enn í dag. Og tú var væl dámd sum dagrøktarmamma.
Eitt skifti var tú eisini í Grønlandi og arbeiddi á dagstovni í Nuuk, og hetta dámdi tær sera gott. Her í Føroyum skera vit grind upp, men har í Grønlandi fekk tú roynt teg, tá kópur skuldi skerast upp. Tað kundi eg hugsað mær var spennandi, eg havi ikki roynt tað sjálvur. í 2004 byrjaði tú her á Dagstovninum við Landavegin, sum nú er Dagstovnur Hans Andrias Djurhuus. Stovnurin var spildurnýggjur tá.
Góða Tóra – starvsfelagarnir siga um teg, at tað er skil í tær. Tá eitthvørt er horvið ella so væl goymt, at hini ikki finna tað, so veitst tú altíð, hvar tingini liggja – tú veit, hvar ið alt er.
Tú hevur eisini verið álitsfólk øll árini, til tú í vár segði hetta ábyrgdarfulla starvið frá tær.
Tóra og tit, ið arbeiða á dagstovnaøkinum, hava eitt sera týdningarmikið starv. Eg plagi at siga, at tit taka tykkum av framtíðini í Tórshavnar kommunu, tí børnini eru framtíðin."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo