«Salvator Mundi» er heimsins dýrasti málningur nakrantíð, tá ið hann var seldur fyri 450 milliónir dollarar - 2,8 milliardir krónur - á auksjón í New York.
Prísurin á 450,3 milliónir dollarar var væl omanfyri gamla metið sum var á 179,4 milliónir dollarar. Tað var ein Picasso-málningur keyptur fyri á auksjón í mei 2015.
Tann 500 ára gamli málningurin var høvuðsattraksjónin á auksjónini sum auksjónshúsið Christie's helt.
The only Leonardo da Vinci painting known to be in private hands has sold for a record $450M at auction. https://t.co/F40NgFnxdC
— The Associated Press (@AP) November 16, 2017
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo