Nøkur (nógv) orð um føroyskar miðlar, nú miðlaráðstevna var í Norðurlandahúsinum í dag.
Tað eru óvanliga nógvar undanførslur í føroyska miðlaheiminum. Tær flestu snúgva seg um, hvør hevur skyldina av, at bløð ikki selja, pengarnir eru burtur og brúkararnir leita aðrastaðni.
Niðurlagið er, at onnur eiga skyldina, og alt var betri fyrr. Um ikki Posta hevur skyldina, so hevur Facebook. Um ikki Facebook, so hevur Netflix. Um ikki tað, so hevur einstaklingurin skyldina, tí hann vil hava alt ókeypis. Og til endans verður diffusa hugtakið "nýggir miðlavanar" brúkt sum undanførsla.
Men miðlar eru ikki offur. Tað er ein orsøk til, at teir verða kallaðir fjórða statsvaldið. Tað er eitt risastórt grundarlag at standa á og ávirkar alt samfelagið hvønn dag.
Alt byrjar og endar við innihaldinum. Orsøkin til, at ein góð sending í Kringvarpinum ikki fær flogið, sum hon vil, er, at restin av skránni er ein lunkað summarskrá ella endursendingar.
Ein góð grein á einum portali verður sett upp ímóti verri innihaldi á sama portali.
Góður journalistikkur verður hálaður niður av vánaligum journalistikki. Tað má hanga saman, um tað góða tilfarið ikki skal falla til jarðar.
Nøkur prinsippir mugu vera.
Her eru míni uppskot:
1) Ger so nógv originalt føroyskt tilfar sum møguligt í Kringvarpinum og set krøv til journalistikkin og góðskuna sum heild. Eksperimentera. Strika døgurðatónleik, 80'ara tónleik, endursendingar í sjónvarpinum og annað púra líkagyldigt. Um einki tilfar er at senda, so kann tøgn valda í útvarpinum ella sjónvarpinum. Tøgn sigur meira enn ífylla.
2) Ein nýggj og djørv lítlasystir má setast á stovn, sum kann kappast við Kringvarpið. Ein nýggjur (lítil) almennur miðil við neyðugari nýhugsan og skil fyri, hvussu modernaðir miðlar fungera. Ein miðil, sum ikki hugsar líka sum Kringvarpið, men hevur sama óhefta grundarlag. Mest sannlíka loysnin er, at nýggi miðilin bara ger poddvørp, sum eru lutfalsliga bílig at framleiða og atkomilig hjá fólki at lurta eftir. Leisturin kundi verið news talk radio við fokus á tíðindi, aktualitet, mentan og kjak.
3) Lat upp fyri, at nýggir privatir miðlar fáa íverksetanarstuðul, samstundis sum at verandi privatir miðlar eisini fáa stuðul. Stuðulsskipanir eru púra vanligar í okkara grannalondum, men tað er óvanligt, at skipanirnar eru so óambitiøsar sum tann í Føroyum. Eg helt, at broytingarnar hjá Jenis av Rana fóru at geva pláss fyri nýggjum miðlum, men tað endaði við, at eingin nýggjur miðil fekk stuðul. Bara teir verandi. Og teir eru eisini ónøgdir við skipanina.
4) Tað er sjáldan, at veruligur kritiskur journalistikkur sæst í Føroyum longur. Men tað ber til. Tí vit hava fyrr havt fleiri dømi við avdúkingum, ið hava tænt samfelagnum væl. Eftir mínum tykki er manglandi kritiskur journalistikkur tann størsta mangulvøran - og samstundis eisini størsta hóttanin - ímóti einum fólkaræði.
5) Lønin í Kringvarpinum er batnað. Men tað tykist sum, at okkurt má gerast aftrat. Tað er greitt, at fleiri vælskikkaðir journalistar velja treytir og lønina á øðrum almennum stovnum til - og Kringvarpið frá. Nógv av fólkunum, sum starvast í Kringvarpinum, arbeiða í almenna rúminum hvønn dag. Tey eru meira útsett enn t.d. ein løgfrøðingur í Tinganesi, tí tað er skjótt hjá lurtarum og hyggjarum at koma við grovum atfinningum og persónligum útspillingum. Tí er eingin ivi um, at tað eru serstakar umstøður at arbeiða undir. Lønin eigur at avspegla tað.
At enda: Fyri meg er ein miðil nógv meira enn ein blinkandi tíðindaportalur ella ein útdoyggjandi avís. Eg eri kanska eisini ein útdoyggjandi typa. Men skjótar og óumhugsaðar greinar á portalum, copy/paste tíðindaskriv og discountjournalistikkur hava skapt støðuna, føroysku miðlarnir eru í.
Tað ber til at broyta. Fyrsta stig má vera at koma burtur frá undanførslunum. Tí føroyskir miðlar eru ikki offur - teir eru partur av valdinum.
Content is king.
Gert tú gott innihald, so fangar tú fólk og ger mun. Tað má vera høvuðsfokus.
Bjarni Arge, miðlafrøðingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo