Í kvøld spælir danski poppprinsurin Christopher á Summar Festivalinum. Dugnaligi sangarin við teimum mongu hittunum er ein framúr entertainari, og hann fær avbera góð ummæli fyri sínar framførslur.
Síðani 2014 hevur hann verið millum størstu poppstjørnur í Danmark, og hann hevur eisini hittað í Fjareystri.
– Hetta er dreymurin, sum eg hevði sum ungur drongur. At spæla útseldar konsertir, hava fjepparar, gera video og annars gera tað, sum eg elski – at spæla tónleik, sigur Christopher.
Hann lovar eina rimmar konsert í Klaksvík í kvøld.
– Vit eru glóðheitir. Vit hava júst spælt stórar konsertir í Danmark, og vit ætla at halda eina veitslu á Summar Festivalinum í kvøld, sigur Christopher.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo