Talgildisbúgving er evnið, nú Nám skipar fyri árliga Læraradegnum í Norðurlandahúsinum.
Undan degnum, sum 7.-9. novembur savnar allar fólkaskúlalærarar í Føroyum, hevur Undirvísingarstýrið, har Andreas Simonsen, sum sæst omanfyri, er verkætlanarleiðari, gjørt kanning av í hvønn mun lærarar brúka chatGPT, Bing, Bard og líknandi kjattbottar í undirvísingini, ella at fyrireika seg og næmingarnar til undirvísingina.
484 lærarar hava svarað sekstan spurningum í kanningini, sum staðfestir, at bert trý prosent av lærarunum brúka chatGPT ella líknandi kjattmenni í undirvísingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo