Norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen, vann í dag heimsmeistaraheitið í skundtelving. Kappingin fer fram í Moskva.
Magnus Carlsen fekk 11,5 stig av 15 møguligum.
Hetta er triðja ferð Carlsen vinnur HM heitið í skundtelving.
Í morgin og nýggjársaftan heldur kappingin fram og tá verður kappast í HM í snar talvi.
Tá er umhugsunartíðin munandi styttri enn í skundtelving.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo