Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United hava tað framvegis trupult ímóti liðum, sum liggja í lægra endanum av Premier League.

Hetta kann staðfestast eftir 1-1 javnleikin ímóti Everton í dag.

Reyðu Djevlarnir kundu við einum sigri minka um munin upp til Chelsea niður í tvey stig, men teir lótu - sum so mangan áður - høvið fara fram við.

VAR læt málið hjá Everton standa, og var tað ikki, fyrr enn Ole Gunnar Solskjær skifti unga Mason Greenwood inn fyri Jesse Lingard, at tað endiliga bragdaði hjá United.

Mason Greenwood setti bóltin ísakalt í netið í 77. minutti, og eigur spurningurin helst eftirhondini at setast, hvørt Anthony Martial skal kenna seg so vísan í at byrja inni í álopinum hjá United.

Greenwood er vandamikil, nærum hvørja ferð hann fær møguleikan, meðan Martial hevur tað sera trupult í løtuni.

Samstundis skapa United í minna lagi av møguleikum ímóti liðum, sum liggja afturi á vøllinum og verja, og er spurningurin, um Paul Pogba, tá hann einaferð er tøkur aftur, kann vera við til at loysa tann trupulleikan.

Manchester United-Everton 1-1 (0-1)
0-1: Victor Lindeløf (sjálvmál), 36
1-1: Mason Greenwood, 77

Man of the match: Dominic Calvert-Lewin (Everton)

Støðan í Premier League eftir dystirnar í dag (4-7. pláss):
4. Chelsea 29 stig (17 dystir)
5. Spurs 26 stig (17 dystir)
6. Manchester United 25 stig (17 dystir)
7. Sheffield United 25 stig (17 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo