FSF: Um ein góðan mánað verður sjøtul settur á EM-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkaland, Montenegro og Andorra.
Tilsamans seks dystir eru á skránni, og á middegi hósdagin kunngjørdi UEFA dystaskránna.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri í Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl spæla Føroyar í Montenegro. Triðja og fjórða umfar verða spæld mánaðarskifti mai-juni, og síðani eru síðstu dystirnar á skránni hálvan juli.
Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar
Komandi EM-undankapping verður spæld eftir einum nýggjum leisti. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.
Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.
Sjálvt EM-endaspælið verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo