Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Betri Banki hevur roknað, hvussu stór bústaðarbyrðan er hjá føroyskum húskjum í ymsum økjum í Føroyum. Bústaðarbyrðan er parturin av tøku inntøkuni, sum eitt par við tveimum børnum undir 7 ár nýtur til at gjalda sítt bústaðarlán. Í mynd 21 sæst, at bústaðarbyrðan er størst í Havnini, og at hon er økt í 2023 í mun til 2022.

Bústaðarbyrðan hevur annars verið lækkandi frá umleið 2009 til 2015, tí inntøkurnar vuksu samstundis sum renturnar lækkaðu. Frá 2015 og fram til 2021 vóru renturnar framvegis lágar meðan inntøkurnar vuksu, men sethúsaprísirnir hækkaðu munandi í hesum tíðarskeiði, og tað økti um bústaðarbyrðuna. Síðani á sumri 2022 eru renturnar hækkaðar nógv, og tað hevur aftur økt nógv um bústaðarbyrðuna.

Bústaðarbyrðan var 44% í Tórshavn, 26% í Eysturoynni og Klaksvík, og 30% í øllum landinum í miðal í 2023. Í Klaksvík er bústaðarbyrðan minkað eitt vet í 2023 í mun til 2022. Hetta kemur av, at bústaðarbyrðan vaks í 2022 vegna øktum miðalprísi á sethúsum í Klaksvík í 2022. Í 2023 vaks miðalprísurin ikki eins nógv, og tí sæst eitt lítið fall í bústaðarbyrðuni í 2023. Miðalprísurin á sethúsum í Klaksvík sveiggjar vegna tað, at tað eru lutfalsliga fáar sølur í Klaksvík, og tí kunnu einstakar sølu toga miðalprísin annan vegin.   

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo