Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri var Tjóðveldi sameint úti og mótmælti, at kommunan fór at keypa tveir elbussar og 15 dieselbussar.

Síðan er stórt arbeiði farið fram at kanna Bussleiðina, at hava kunningarfundir, og á seinasta býráðsfundi avgjørdi eitt sameint býráð – Tjóðveldi undantikið – at fylgja serfrøðini á økinum og byrja eina tilgongd, sum eftir fýra árum førir til, at øll Bussleiðin koyrir við grønari orku.

Men nú høvið beyðst at atkvøða fyri eini skilagóðari grønari loysn, so valdu 2 av 3 býráðslimum hjá Tjóðveldi at atkvøða ímóti grønu loysnini. Ein atkvøða var blonk. Páskotið hesaferð var, at ferðaætlanin var eitt lítið vet skerd.

Málið, sum var fyri á býráðsfundi, var at velja tryggastu og skjótast hugsandi loysnina fyri at leggja um til grøna orku. Vit byrja við tveimum elbussum og sohvørt infrakervið verður útbygt og vit fáa neyðugu royndirnar, so taka vit fleiri grønar bussar inn, soleiðis at vit í 2027 bert brúka grøna orku.

Hetta hevur fyrisovítt onki við ferðaætlanina at gera.

Gamaní er eitt uppskot til ferðaætlan lagt sum grund undir rakstrarútrokningarnar, men uppskotið kann tillagast. Ein partur av endurnýggingini av ferðaætlanini er at flyta resursir frá rutum, har bussar koyra tómir, til rutur, har tørvurin er stórur.

Soleiðis liggur ein lítil netto sparing uppá 700 tímar inni í ætlanini – av tilsamans 37.000 tímum. Men í sáttmálanum liggur innbygd ein regulering uppá pluss/minus 10%. Tað svarar til heilar 3.700 tímar. So her er eingin trupulleiki, her ber væl til at laga koyringina til tørvin innanfyri avtaluna.

Tað er heilt greitt, at grundarlag er ikki at upprætthalda rutur, har ongir brúkarar eru. Eru smærri rutur, har tørvur er at flyta nøkur fá fólk, so ber til at loysa hetta við eitt nú minibussum og hýrivagnum við eini tilkalliskipan eftir avtalu við hýruvognsstøðirnar. Hetta kann gerast púra leyst av sáttmálanum annars.

Tað at betra Bussleiðina merkir ikki, at halda fast um rutur, har bussarnir koyra tómir. Tað merkir heldur ikki, at vit seta fleiri bussar inn. Tað merkir hinvegin, at vit brúka skipanina so skynsamt og effektivt sum gjørligt. Koyra bussarnir tómir á fleiri rutum, so er onki vunnið á grønu leiðini. Ein bussur, ið koyrir tómur, verður aldrin grønur. Tað er oyðsl.

Bussleiðin verður sostatt á ongan hátt niðurraðfest. Og ferðaætlanin kann tillagast so galið vit vilja, púra leys av sáttmálanum.

Tað stutta av tí langa er, at vit nú hava funnið skjótastu, tryggastu og bestu loysnina, sum merkir, at líka so skjótt tøknin og aðrar umstøður loyva tí, verða dieselbussarnir skiftir út við bussar við grønari orku. Og í 2027 koyra vit bara grønt.

Tíverri varð enn eitt tílíkt stórmál framt uttan Tjóðveldi, sum tá ástóð atkvøddi ímóti tí grønu loysnini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo