RD Group: Tað verður ein danskur tónleikadarlingur, sum kann upplivast á Vágsbotni 29. juni. Burhan G slerdi navn sítt fast í 2010, tá hann gav út sjálvnevnda útgávu, sum innihelt løg ið toppaðu hittlistar í fleiri vikur.
Síðani tá hevur hann verið fastur gestur á hitlistunum í Danmark, og hann hevur vunnið hópin av viðurkenningum fyri sítt tónlistarliga virksemi. Hann er ein framúr sangari og lagsmiðjur, og telist millum allar fremstu R&B tónleikararnar í norðurlondum. Sum barn hevur hann gingið til kór og var partur av dreingjakórinum í Keypmannahavn. Sum 16 ára gamal var hann kórsangari hjá kenda danska bólkinum Outlandish og førdi hetta til, at hann fekk samband við og byrjaði at samstarva við øðrum tónleikarum í vinnuni. Stutt eftir byrjaði hann eisini sjálvur at framleiða tónleik.
Á sumri í 2008 útgav hann sítt fyrsta staklag ‘Kun Dig’ sum snýr seg kærleikan til tí einastu einu. Júst ein mánaða eftir fyrsta staklagið, gav hann út næsta staklagið ‘Jeg vil ha’ dig for mig selv’ sum er skrivað saman við Rasmus Seebach, og bleiv hetta eitt ógvuliga væl dámt lag. Triðja staklagi ‘Mest ondt’ kom út í 2010 og verður sungið saman við donsku Medina. Hetta lagið var fyrsta lagið hjá Burhan, ið lá sum nummar eitt á hittlistunum í Danmark, og bleiv tað verandi har í fleiri vikur. Burhan G hevði nú av álvara sligið í gjøgnum sum solo sangari. Restin er søga og hevur hann givið út hitt omaná hitt síðan tá.
Hann hevur áður verið í Føroyum, m.a. á Tórsfest í 2018 og á Voxbotn 2021, og tá rúnarbant hann fjøldina við lekkrum, summarligum tónleiki. Vit kunnu gleða okkum til eina frálíka løtu, tá Burhan G aftur fer á pallin á OY Voxbotn 2024.
Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn, bæði føroyskum og útlendskum. Sí skránna á www.voxbotn.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo