Hagstovan: Stórur prísvøkstur, serliga á matvørum og brennievni, hevur sett sín dám á 2022.
Tað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan mátað í ársins prísum vaks heili 9,5 prosent ella slakar 2,2 milliardir krónur.
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 25,2 milliardir krónur í 2022.
Tað er 467 túsund krónur fyri hvønn íbúgva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo