Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandrygginum og kemur at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Eitt frystilínukip er á Føroya Banka, eitt er á Íslandsrygginum og eitt er á landgrunninum. Tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.
Streymurin er góður, men veðrið verður umskiftandi, so helst verður ikki nógvur útróður. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.
Tríggir djúpvatnstrolarar eru úti. Teir fiska allir svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Væntandi landar onkur í vikuni.
Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum.
Allir trolbátarnir liggja, men um veðrið loyvur tí, so fer helst onkur avstað í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo