Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-034/2024 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um Búskapargrunn Føroya.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, sum Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur í einum lesarabrævi, at sitandi samgonga hevur broytt mannagongdina viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya? 

2. Verða fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya nú enn tað, sum lógin krevur?

3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin kravdi?

4. Á hvønn hátt hevur sitandi landsstýri broytt mannagongdirnar viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?

5. Er tað rætt, at tað, sum verður inngoldið í Búskapargrunn Føroya, fer uttanum landskassan, og tí ikki sæst á fíggjarlógini?

Svar
Endamálið við Búskapargrunninum er at javna tilfeingisinntøkur og at seta ávísar inntøkur í grunn.

Grunnurin er knýttur at uppsetingini í fíggjarlógini. Grunnurin – sum búskaparligt amboð – er tí treytaður av, hvussu hann verður tikin við í fíggjarlógina.

Fíggjarlógin er býtt upp í RLÚ I og RLÚ II. Í stuttum kann sigast, at RLÚ I fevnir um vanligar inntøkur, útreiðslur og løgur, meðan RLÚ II snýr seg um tað, sum er serligt. Tað er RLÚ I, sum hevur havt týdning, tá ið fíggjarlógin hevur verið viðgjørd.

Higartil eru allar flytingar millum fíggjarlógina og Búskapargrunnin gjørdar undir RLÚ II, eisini flytingar viðvíkjandi tilfeingisinntøkum frá fiski- og alivinnuni.

Í fleiri ár hava bæði landsstýrið og Búskaparráðið ásannað, at grunnurin av somu orsøk ikki í nóg stóran mun hevur havt tann ætlaða virknaðin ella uppmerksemið í politisku skipanini.

Í játtanarkørmunum, sum vórðu viðgjørdir í Løgtinginum í vár, varð boðað frá, at uppsetingin í fíggjarlógini fór at verða broytt, soleiðis at hon betur svaraði til endamálið við Búskapargrunninum.

Broytta uppsetingin og mannagongdin hevur við sær, at flytingar viðvíkjandi tilfeingisinntøkunum verða gjørdar beinleiðis á høvuðskontunum fyri tilfeingisinntøkurnar undir RLÚ I. Úrslitið á RLÚ I vísir tí úrslitið eftir flytingar vegna tilfeingisinntøkur mótvegis Búskapargrunninum. Aðrar serinntøkur undir RLÚ II verða enn sum áður fluttar í Búskapargrunnin undir RLÚ II.

Tað verða ikki gjørdar nakrar flytingar í Búskapargrunnin uttan um fíggjarlógina, men verða tær nú gjørdar meira sjónliga í fíggjarlógini.

Broytta uppsetingin krevur ikki broyting í lógini um Búskapargrunnin, men er ein játtanarligur og roknskaparligur spurningur, hvat er besta uppsetingin og mannagongdin.

Tinganes, 11. oktober 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo