Fólkakirkjan: Brochmanslestur verður í Kvívíkar kirkju leygardagin, 2. september kl. 16:00.
Tá prestagarðurin á Kirkjuteigi bleiv umvældur í 2016-2018 varð ein posi, fullur av bókum, funnin á loftinum í roykstovuni. Ein av bókunum var lestrarbók hjá Jesper Brochmand, sum óiva hevur verið brúkt her í kirkjuni.
Brochmandslesturin er tiltikin langur og leygardagin sleppa vit at uppliva ein part av honum. Jákup Reinert Hansen kemur norð at halda fyrilestur um Brochmand og síðan verður lestur lisin. Aftaná lestur bjóðar kirkjuráðið drekka í kirkjustovu!
P.S. Talan er um brot úr lestri, ikki um heilan lestur!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo