Summar Festivalurin: Tónleikabólkurin Brim úr Vestmanna tulkar sangir hjá The Beatles. Í fjør vóru teir bodnir at vera við á serligu Beatles vikuni í Liverpool, og teirra framførsla var so góð, at fyrireikararnir hava biðið teir koma aftur í ár.
Víðagitna Beatles vikan í Liverpool er síðst í august, men áðrenn tað fer Brim at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Teir fara at framføra Beatles sangir – og tað verður líknandi framførsla, sum teir fara at hava í Liverpool nakrar vikur seinni. Hetta verður ein heilt serlig løta á festivalinum, har mætasti poppbólkurin í søguni verður heiðraður.
Brim fer eitt nú at spæla sangir sum "Can't Buy Me Love", "Rock 'n Roll Music", "Don't Let Me Down", "A Hard Day's Night", "All my Loving" og "Paperback Writer".
Tónleikarar í Brim eru Vagnur Streymoy, Jónsvein á Rógvu, Dávur Magnussen, Jóan Pauli Magnussen og Sergio Muñoz.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo