Tórshavnar kommuna: Høvuðskappingin er í dag og í morgin, leygardagin. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri festivalinum. Tann fyrsta royndin varð gjørd í 2019 við góðari hjálp frá Tórshavnar kommunu.
Í 2020 - beint undan corona fór at herja - varð annar festivalurin fyriskipaður, og var tað ikki fyri corona, sum longu tá kendist, var luttakaratalið helst komið uppá 200. Men orsakað av avboðum endaði talið tá á umleið 150.
Nú er 2022 og herjað verður á aftur. Hetta er fyrsta stóra altjóða tiltakið av tílíkum slag, sum verður í Føroyum eftir corona.
Festivalurin varð settur nú seinnapartin av mentamálaleiðaranum í Tórshavnar kommunu, Sigurð Ó. Vang. Luttakararnir eru úr nógvum ymsum londum, harav mong eru enskttalandi, so setanarrøðan var á enskum. Tórshavnar kommuna er aftur hesaferð stuðul hjá bridgefestivalinum.
Her er røðan, sum Sigurð Ó. Vang helt: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo