Føroya Bridgesamband: Við stuðli frá Atlantic Airways, Nema, Hotel Hilton Garden Inn, Stanley og Effo skipaði Føroya Bridgesamband leygardagin fyri árligu silvurkappingini, ið varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.
19 pør luttóku í kappingini og leikt vóru í alt 9 umfør á 5 spøl. Leikt var eftir sonevnda swiss-leistinum, har pørini ið liggja nærmast hvørjum øðrum á stigatalvuni spæla móti hvørjum øðrum. Tó soleiðis at somu pør bert kunnu spæla eitt umfar móti hvør øðrum. Gjørt varð upp fyri hvørt umfar, soleiðis at møguleiki var fyri at fylgja gongdini sum kappingin leið.
Úrslitið gjørdist at Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg vunnu kappingina við 415,5 stigum (57,7%). Á øðrum plássi vóru Arnbjørn Sivertsen og Jákup Hjaltalin við 403,5 stigum (56,0%), meðan Eyðun Anthoniussen og Dia Jacobsen endaðu á triðja plássi við 402,5 stigum (55,9%). Øll úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni www.bridge.fo
Umframt virðislønir til tey trý fremstu pørini, varð eisini latin ein virðisløn til parið ið endaði tættast miðal og parið ið fekk besta úrslitið í mun til teirra styrkital. Virðislønina fyri at enda tættast miðal vunnu Marner Joensen og Maria V. Hansen við 358,6 stigum (49,8%), meðan Jens Arne Sørensen og Jan Eidesgaard vunnu virðislønina fyri at fáa besta úrslitið í mun til teirra styrkital.
Føroya Bridgesamband takkar hjartaliga fyri stuðulin ið nevndu stuðlar lótu til kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo