Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin 11. oktober í 2014 á Windsor Park í Belfast: Fyrsti A-landsdystur hjá Brandi Hendriksson Olsen – Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin 11. oktober í 2014 á Windsor Park í Belfast: Fyrsti A-landsdystur hjá Brandi Hendriksson Olsen – Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin 11. oktober í 2014 á Windsor Park í Belfast: Fyrsti A-landsdystur hjá Brandi Hendriksson Olsen – Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: HM-undankappingin hjá A-landsliðnnum við monnum er av á hesum sinni. Seinasti dysturin varð spældur á Nethanya Stadion í Ísrael, sum ísraelar vunnu tepurt 3-2. Føroyar endaðu harvið nummar 5 í bólkinum við 4 stigum, og einum málmuni upp á 7-23.

Men hóast tap, so gjørdist talan um ein søguligan dyst fyri Brandur Hendriksson Olsen. Hetta var nevniliga 50. ferð at skálvíkingurin umboðaði Føroyar í altjóða skrásettum A-landsdysti.

– Eg elski at spæla á landsliðnum, og tað er líka stórt hvørjaferð – einki undantak. Hetta er eisini tað størsta, sum vit fótóltsspælarar kunnu røkka, og eg njóti hvønn minutt á landsliðnum, sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var annars eitt drúgt tíðarskeið, har Brandur, orsaka av skaða ikki var tøkur til landsdystir, og í 2017 kom hann ongantíð á vøllin fyri Føroyar.

– Frá á heysti í 2016 til á vári í 2018 spældi eg ongan landsdyst, og hetta tíðarskeiðið fór eg at ivast í, um eg nakrantíð fór at fáa møguleikan aftur. Men Lars Olsen trúði upp á meg, og tað, at hann vísti mær álit, er ein av orsøkunum til, at eg eri komin so væl fyri meg aftur, fortelur Brandur, sum í sínum 50 landsdystum hevur skorað 6 mál.

Næst á skránni hjá A-landsliðnum er UEFA Nations League komandi ár. Fýra dystir verða spældir í juni, og síðan tveir í september. Hesaferð vera Føroyar í deild C, saman við Turkalandi, Slovakia, Bulgaria, Norðurírlandi (styrkisbólkur 1), Grikkalandi, Hvítarusslandi, Luksemborg, Norðurmakedónia (styrkisbólkur 2), Litava, Georgia, Aserbadjan, Kosovo (styrkisbólkur 3), Kasakstan/Moldova, Kýpros/Estland og Gibraltar (styrkisbólkur 4).

Lutakastið til UEFA Nations League 2022/2023 verður avgreitt 16. desember. Føroyar koma í bólk saman við einum landi úr hvørjum styrkisbólki.

– Vónandi koma vit í ein bólk við nøkrum spennandi londum. Men sum eg skilji, so er meginparitn av londunum eysturevropeisk, og tað passar ofta illa til okkara spælistíl. Men málið til hvønn dyst er at vinna, og tað fara vit sjálvandi eftir, sjálvt um tað er ringt, sigur Brandur Hendriksson Olsen at enda.

Navn
Brandur Hendriksson Olsen

Føddur
19. desember 1995 í Skálavík

Feløg
B71 (2011)
FC Keypmannahavn (2012-2016)
Vendsyssel FF (2016)
Randers FC (2017-2018)
FH Hafnarfjørður (2018-2019)
Helsingborg IF (2020-)

Landsdystir
A: 50
U21: 4
U19: 6
U17: 10

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo