Premier League-felagið Bournemouth váttar at ein leikari hevur fingið staðfest koronavirusið.
Men felagið almannakunnger ikki, hvør leikari tað er.
Í gjárkvøldið bórust tíðindini um, at tveir persónar í tveimum Premier League-feløgum vóru testaðir positivir. Ligain testaði 996 leikarar og onnur starvsfólk týsdagin, hósdagin og fríggjadagin. Sóttarhaldið er eina viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo